Herfyri fóru 56 skótar av landinum við flogfari. Leiðin hjá teimum gongur til Suður Korea á Jamboree, men fyrst skulu teir verða 2 dagar í Danmark. Jamboreein verður frá 1 til 12 august og har verða skótar úr 152 øðrum londum ella okkurt um 40.000 skótar verða við.
Jamboree er altjóða skótalegan, ið verður hildin fjórða hvørt ár, og sum uttan samanbering er tað størsta, sum ein skóti kann uppliva í skótatíðini.
5 skótar úr Skótaliðnum Royndin úr Vági, eru við á ferðini. Vágs Kommuna hevur stuðla Skótaliðnum Royndini til hesa ferðina, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar