Betri-kvinnurnar taka ímóti B36 á Eiðinum

Í vikuskiftini byrjar kappingin hjá Betri-kvinnunum aftur eftir summarsteðgin. Sunnudagin taka Betri-kvinnurnar í felagsliðnum í Suðuroynni ímóti B36 á Eiðinum.

Kvinnurnar á felagsliðnum spældu í seinasta dysti áðrenn summarsteðgin javnleik 1-1 ímóti 07 Vestur. Nú koma B36-kvinnurnar á vitjan á Eiðinum í Vági, dysturin byrjar kl. 14.30.

Facebook viðmerkingar