DAGFØRING – Fyrilestur: Náttúran sum heilivágur

Dagføring: Av tí at stórur áhugi er fyri fyrilestrinum, so er fyrilesturin fluttur frá Miðlatúni og í Auluna í Vágs skúla.

——–

Týskvøldið 3. oktobur, í ABC vikuni, vitjar Jens Jákup Hansen Auluna í Vágs skúla. 48 ára gamli miðvingurin, sum eitt nú er kendur frá sjónvarpsendingunum Útilív í KVF, kemur at hava ein fyrilestur um uppvøkstur, sorg, familiu og arbeiðslív.

Eg fekk staðfest ADHD januar 2022, tá bleiv eg føddur av nýggjum. Áðrenn diagnosu og meira aftaná havi eg brúkt fjøllini sum heilivág, fjøll døma ongan, har eri eg friður.

Fyri at seta sjóneykuna á ADHD, so hevur Jens Jákup sett sær sum mál, at ganga uppá 7.000 metrar høga fjallið Aconcagua, sum er hægsta fjallið í Amerika.

Fyrilesturin við Jens Jákup byrjar klokkan 19.00 og er ókeypis.

Facebook viðmerkingar