Freistin at søkja starvið sum stjóri í Suðuroyar Sjúkrahúsi var úti á midnátt og Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sigur, at tey hava fingið seks umsóknir til starvið.
Nú skal ein setanarbólkur so viðgera umsóknirnar og hava setanarsamrøður, áðrenn støða verður tikin.
Turid Arge sigur, at farið verður undir setanartilgongdina beinanvegin og starvið verður sett sum skjótast, hetta skrivar Dimma.fo í dag.
Facebook viðmerkingar