Fólkatalið veksur í Føroyum, men minkar í Suðuroynni

Fólkatalið veksur framvegis við somu lágu ferð, sum vit hava sæð í ár og i fjør. Seinasta árið kom árligi vøksturin niður á 1,0% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðir. Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. 

Meðan fólkatalið í Føroyum støðugt veksur, so er gongdin í Suðuroynni ein onnur. 1. oktober 2023 búðu tað 4.607 fólk í Suðuroynni og er hetta 61 færri enn somu tíð í fjør.

Minkingin er í øllum kommununum í Suðuroynni undantikið Hovs kommunu, har fólkatalið vaks úr 103 upp í 106 fólk frá 1. okt. 2022 til 1. okt. 2023.

Facebook viðmerkingar