Robert Mc.Birnie, sum fyri góðari viku síðani rundaði tey 80, er aktuellur við síni ævisøgu í bók. Hon verður løgd fram í Miðlatúni í Vági leygardagin 11. novembur millum klokkan 11 og 13.
Tað hevur í mong ár verið eitt ynski og ein dreymur hjá Robert at fingið fest sína ævisøgu á blað, men tað er ikki blivið til nakað fyrr enn nú. Fyri tveimum vikum síðani kom umsíðir bókin ROBERT.
Hilmar Jan Hansen, sum í eini 30 ár javnan hevur undirhildið saman við Robert, men annars mest hevur starvast við penni í hond, hevur skrivað bókina, ið telur 336 blaðsíður.
Nú koma teir báðir til Vágs at leggja bókina fram, og har verður eisini høvi til at heilsa upp á Robert, ið ongantíð hevur fjalt, hvussu stóran týdning heimbygdin hevur og hevur havt fyri hann.
Serprísur og signering
Ætlanin var at koma til Vágs við bókini, so skjótt sum hon kom út, men óregluliga siglingin hjá Smyrli forðaði fyri tí, samstundis sum Robert við familju fór til London at halda runda dagin saman við familju har.
Men leygardagin millum klokkan 11 og 13 verður langt um leingi bókaframløga í Miðlatúni. Har fer Robert at signera bøkur, og í sambandi við framløguna verða bøkurnar seldar fyri serprís!
Dagurin endar tó ikki har, tí um kvøldið hava vágbingar tikið stig til stóra gallaveitslu við hálvtannaðhundrað fólkum vesturi í VB-húsinum, har Robert verður heiðraður við røðum, framførslum og øllum, sum hoyrir til.
Facebook viðmerkingar