Pensjónir og veitingar hækka næsta ár

Fólkapensjón hækkar næsta ár við 260 til 340 kr. um mánaðin.

Saman við hækking í útgjaldi frá Samhaldsfasta, verður hækkingin til fólkapensjónistar 500 til 600 kr. um mánaðin. Sostatt fer ein stakur fólkapensjónistur uttan aðra inntøku at fáa 15.520 kr. um mánaðin.

Fyritíðarpensjónin hækkar við 400 til 600 kr. um mánaðin, og hægsta endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar við nærum 1.000 kr. upp í 26.814 kr. um mánaðin.

Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2024 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar við 3,8% svarandi til uml. 43 mió á fíggjarlógini.

Javningin hevur stóran týdning fyri nógv fólk, og tryggjar at almannaveitingarnar fylgja gongdini í samfelagnum annars. Verður tað ikki javnað so minkar keypiorkan.

Árini 2012 til 2021 var nærum ongin javning av almannaveitingum. Men javningin er seinnu árini tíbetur komin í eina fasta legu.

Facebook viðmerkingar