Eins og undanfarin ár, so verður eisini skipað fyri kirkjurenning millum kirkjurnar í Vági og Porkeri gamlaársmorgun.
Tað var í 2010 at byrja var við kirkjurenning í Vági, og fyrstu árini vóru 4-10 luttakarar, men so kom veruligur áhugi fyri tiltakinum, og seinastu árini hava millum 40-70 luttakarar runnið, gingið, trillað ella súkklað teinin úr Vági til kirkjuna í Porkeri og aftur til kirkjuna í Vági, ið er góðar 8km.
Veðrið hendan seinasta dagin í árinum sær út til at blíva regn og vindur og tí mugu fólk ansa sær.
Kirkjurenningin er samstundis seinasta tiltakið hjá Hvistuni í 2023 og takka vit fyri nógvar hugnaligar løtur saman.
Tiltakið nýggjársaftansmorgun byrjar kl. 10.00 og eru øll vælkomin.
Facebook viðmerkingar