Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen, sum teljast millum Føroya allarbestu tónleikarar, fara á pall til nýggjársdansin í Vágs Høll.
Á Eiðinum – í Vágs Høll og í VB-húsinum – fara sostatt tríggir bólkar at spæla til nýggjársdansin, sum Nýggjársnevndin í Vági skipar fyri.
Í Vágs Høll farar Eyðun, Terji og Kim á pall og tað fer bólkurin RSP eisini. Í VB-húsinum spæla Section til dansin.
Facebook viðmerkingar