Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum umboðandi 10 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2024
Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og 5 lið.
Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. 5 ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrval umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.
Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.
37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.
Nevndin í Úrval
Játtaðar umsóknir 2024
Navn Samband Játtan
Jóannes Poulsen Bogaskjóting 50.000
Sámuel Petersen Bogaskjóting 50.000
U16/17 gentur og dreingir Flogbóltur 20.000
Aron D. Jacobsen Fimleikur 50.000
Ronja Johannessen Fimleikur 20.000
A-landslið menn Hondbóltur 250.000
U04 menn Hondbóltur 250.000
U06 menn Hondbóltur 20.000
Ranja Joensen Badminton 20.000
Hávard Vatnhamar Súkkling 100.000
Elisabeth Erlendsdóttir Svimjing 100.000
Vár E. Eidesgaard Svimjing 100.000
Líggjas Joensen Svimjing 50.000
Isak Brisenfeldt Svimjing 30.000
Ungir úrvalssvimjarar Svimjing 20.000
Niels Áki Mørk Styrki 75.000
Pól Hendrikur Andreasen Styrki 75.000
Maibritt Reynheim Petersen Styrki 75.000
Jónas G. Isaksen Frælsur ítróttur 125.000
Eiri J. Glerfoss Frælsur ítróttur 75.000
Høgni Kunoy Dávason Taekwondo 75.000
Í alt 1.630.000
Facebook viðmerkingar