Vagur.fo: Á býráðsfundi í desembur samtykti býráðið avtaluna við lokala fyritøku, sum kemur at taka sær av kavaruddingini í Vági. Avtalan inniheldur trý stig, umframt at arbeiðsmenn hjá kommununi taka sær av saltingini.
Í høvuðsheitum inniheldur avtalan hetta:
Vágs Kommuna salta allar vegirnar
Allir vegir og brekkur verða saltaðar um morgunin og um kvøldi. Um neyðugt verður salta á middegi. Vanligt er at um hitin fer undur 2℃ verður saltað. Um neyðugt er, fyri at tryggja tungu ferðsluna, verður kaibrekkan og brekkan við Bryggjuna salta oftari enn aðrar brekkur.
Um morgunin skal skulu allir vegir og brekkur verða saltaðar áðrenn klokkan 7.
Kavaruddingin kemur at verða skipað soleiðis
Stig 1: Tá nógvur kava leggst er neyðugt at rudda ávís strekkir fyri kava. Higartil hevur Vágs Kommuna hildi sjeg til at rudda vegin niðan til Eldrasambýlið, vestur á Hamragarð og yvir í Eikilund, vegurin vestur á Eiðið, øll bryggjan, vegurin á Oyrinum og havnaøkið
Stig 2: Tá heilt nógvur kavi fellur, verður neyðugt við øktari kava rudding. Stig 2 skal skiljast sum ein víðkan av stig 1, har fylgjandi brekkur og vegastrekkir verða løgd afturat. Brekkan í vestari Geilin og uttaru Geilini, brekkan niðan á Steinheyggj, Toftabrekkan, niðari partur av Hvanndalsbrekkur, brekkan frá Bøgøtu niðan á Skálavegin, vegastrekki frá Vágsvegi og niðan í Fjallið og Bøgøta (vegurin oman á Vatnið). Torført er at áseta eitt tíðspunkt nær hetta arbeiði skal verða liðugt á degnum.
Stig 3: Hetta er ein víðkan av hinum báðum stigunum og verða allar brekkur og vegir rudda fyri kava. Tó verða brekkurnar ruddaðar áðrenn (vatnrættir) vegirnir. Torført er at áseta eitt tíðspunkt nær hetta arbeiði skal verða liðugt á degnum.
Parkering
Maskinurnar eru stórar og trongt er ofta at grava kavan. Vágs Kommuna heitir tí á bileigarar um at gera pláss á vegum, so maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar um at hugsa sjeg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Og gott hevði verði, um borgarin grevur fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.
Facebook viðmerkingar