– Eingin skal ivast í, at lovaða lønarlyftið til námsfrøðingar er komið uppá pláss. Lønarlyftið er galdandi frá 1. januar 2024, og verður útgoldið við afturvirkandi kraft, so skjótt lønardeildin, KAF og Pedagogfelagið hava fingið viðurskiftini uppá pláss.
Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, nú fólk eru farin at ivast í, um námsfrøðingar fara at fáa eitt lønarlyft.
Tað var eitt av høvuðsmálunum hjá Javnaðarflokkinum til valið, at ávísir bólkar á umsorganarøkinum skuldu fáa eitt serstakt lønarlyft. Hóast lønarlyftið hevði mótstøðu bæði í Løgtinginum og í kommununum, so eydnaðist tað samgonguni í vár at fáa eina semju um málið.
Semjan innibar eitt lønarlyft til námsfrøðingar, námsfrøðihjálparum, hjálparfólkum, sum starvast innan barna-, almanna- og eldraøkið, hjá heilsushjálparum og hjá heilsurøktarum.
Landið rindar
Tað er landið sum ber allan kostnaðin av lønarlyftinum. Í fíggjarlógini fyri 2024 hava kommunurnar fingið endurrindað tær eyka útreiðslurnar, sum standast av, at nevndu starvsfólkini á umsorganarøkinum fáa eitt uppiborið lyft.
Tað hevur týdning at undirstrika, at lønarlyftið er ikki partur av vanligu sáttmálasamráðingunum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Sum eitt dømi merkir tað, at námsfrøðingar frá 1. januar fáa 1.039 kr. aftrat um mánaðin, umframt ta lønarhækkan, sum Pedagogfelagið samráðir seg til.
Lønarlyftið verður útgoldið so skjótt lønardeildin, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið hava fingið viðurskiftini uppá pláss. Og hetta verður sum sagt við afturvirkandi kraft frá 1. januar 2024.
Facebook viðmerkingar