HM í inniróðri í Prag

TÍÐINDASKRIV

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri.
Á liðnum eru 5 kvinnum, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu 2 árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KíF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum.

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Sí umtaluna World Rowing hevur á heimasíðu sínari her

Føroysku rógvararnir kappast hesar tíðir (føroyskar tíðir)
Fríggjadagin verður róð 500 metrar og liðkapping.
117 14.16 M19-20 Símun Tórur Joen-Jacobsen (luttekur virtuelt)
118 14.23 LW21-22 Zoe E. Dickson
119 14.30 W21-22 Vár Guriardóttur Hansen
120 14.39 LW23-39 Sarita K. Hansen
121 14.46 W23-39 Sára Maria Johansen
Kristina Roest
130 17.28 W Team Faroese Vikings (Zoe, Sarita, Vár, Kristina)

Leygardagin kappast allar 2000 metrar og liðkapping.
220 13.06 W21-22 Vár G. Hansen
LW21-22 Zoe E. Dickson
225 14.48 LW23-39 Sarita K. Hansen
228 15.28 W23-39 Sára Maria Johansen
Kristina Roest
229 15.51 Mix Team Mass Movers (Vár, Sára Maria + 2)
North Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.

Facebook viðmerkingar