Altjóða Kvinnudagur 2024 í Salt

Byrjað verður við heitari suppu og einum glasi av køldum brúsandi víni.

Myndir og plakatir frá m.ø. Miu Smith, Ýr Ákadóttir og Rannvu Mortensen príða í hølinum.

Rakul Túná Rúnadóttir og Maud Næs hugleiða um Suffragetturnar og fram til okkara tíð við denti á føroysku kvinnurørsluna.

Fólkatónleikur við kulu kvinnunum í KALAS og stand up við Svannu Hentze í Gong.

Vit fara at hoyra fýra framløgur um burðardygga framleiðslu:

Rakul Enni og Wivika Tjaldrastein Strøm framleiða ljós úr tálg, Marita í Lágabø og Barbara Vestergaard, sum reka Vesturgarður Ullarvask, tilvirka og framleiða úr ull, Agnes Mols Mortensen, sum rekur TARI, framleiðir m.a. tara til matna og Sunniva Mortensen fer at tosa um matmarknað og -undirvísing, sum hon fyriskipar.

Kaffisteðgur við køku og møguleika at síggja, smakka og keypa stutt flutta framleiðslu og list.

Síðan er sofaprát á skránni við fýra kvinnum, sum allar eru leiðarar innan undirvísingarøkið – Lív Næs, leiðara fyri Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúla og samskipari fyri útbúgvingina Føroyskt sum annað mál í Suðuroynni, Rósa Heinesen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Tina Grønbech, leiðari á FabLab Vágur og Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy´. Tær fara m.a.at tosa um Suðuroynna, um framtíðina og kvinnuna.
Trine Joensen er orðstýrari.

Valkyrjurnar – sum saman við SALT fyriskipa – byrja og enda kvøldið!
Verið vælkomin!

Atgongumerki á 200 kr. kunnu keypast á www.salt.fo í seinasta lagi 5. mars.

Facebook viðmerkingar