Vágs Kommuna bjóðar vágbingum, oyggjabúgvum, pendlarum og vitjandi, og eisini fyritøkum og stovnum, møguleikan at leiga eitt skrivaraborð til sín sjálvs ella síni starvsfólk í samband við fjararbeiði. Eisini er møguleiki hjá smærri fyritøkum at leiga eitt skrivaraborð í samband við fyrisiting o.a. skrivstovuarbeiði.
Í dag fyrigongur alt meira arbeiði talgilt. Hetta merkir, at ein ikki longur er eins knýttur at fysisku staðsetingini hjá arbeiðsplássinum, sum fyrr, og við hesum lata møguleikar sjeg upp. Eitt nú kann ein í dag arbeiða fyri eina fyritøku ella stovn í miðstaðarøkinum ella í útlandinum og búgva í Vági og “vera til arbeiðis” í Vági. Arbeitt verður yvir neti og møguleiki er at sita í skrivstovuhølum í Vági.
Henda tænasta er í trá við samfelagsrák, har fólk ynskja at búgva í heimbygdini ella at búgva í útjaðaranum, men ikki verða avmarkaði við arbeiðsmøguleikum. Skrivstovulandslagið hjá Vágs Kommunu skal eisini viðvirka til, at borgara kunnu leita sær arbeiðir aðrastaðni enn í Suðuroynni, men ikki verða noydd at flyta bústað, og skrivstovulandslagið skal geva fólki møguleika at flyta til Vágs, men framhaldandi arbeiða, har tey ynskja.
Skrivstovulandslagið
Vágs Kommuna bjóðar øllum møguleikan at leiga skrivstovuborð í húsunum á Vágsvegi 61 fyri ein sømuligan kostnað. Íroknað er gott netsamband, køks- og vesihentleikar og fundarhøli. Húsið liggur mitt í Vági. Talan er um hølir har leigararnir koma at sita saman við øðrum í líknandi støðu, men hava egna arbeiðsstatión. Felags hølini hava eisini við sær, at leigararnir koma í samband við aðrar persónar, ið koma at gera brúk av skrivstovulandslagnum. Harvið situr ein ikki einsamallur og møguleikin letur upp fyri sparring og netverkan.
Fyritøkur
Nýggja tænastan gevur fyritøkum møguleika at leiga borð til starvsfólk, ið eitt nú taka sær av fyrisiting o.ø. skrivstovuarbeiði. Starvsfólkini koma sostatt at arbeiða í einum umhvørvi, har onnur fólk hava sín gerandisdag uttan at hetta ávirkar neiliga.
Coworking og ferðandi arbeiðsfólk
Skrivstovulandslagið er eisini ein gyltur møguleiki hjá ferðafólki, ið ferðast í meðan tey arbeiða. Rákið í útlondum er, at nógvar fyritøkur geva teirra starvsfólkum møguleika at hava fjararbeiði. Hetta merkir, at hesi starvsfólk kunnu ferðast har tey vilja, bert tey røkja teirra arbeiðsuppgávur. Í samband við hetta altjóðarák, so eru fleiri skrivstovulandsløg latin upp og á útlendskum verður hetta kalla coworking spaces. Skrivstovulandslagið hjá Vágs Kommunu skal tí eisini síggjast sum eitt coworking space, ið gevur ferðafólkum møguleika at arbeiða, meðan tey vitja í Vági.
Prísir og leiga
Í skrivstovulandslagnum ber til at leiga skrivstovuborð í styttri og longri tíðarskeiðum. Prísirnir eru frá 855 kr. um mánaðin fyri longri leigu, og 50 kr. um dagin fyri styttri leigu. Í prísinum er internet, køks- og vesihentleikar og fundarhøli.
Tey, sum eru áhugaði at leiga, kunnu senda ein t-post til vagur@vagur.fo ella ringja til 66 30 00.
Facebook viðmerkingar