Fantastiskur kappingardagur í Vági


Stóri blíðskapurin, sum øll í Team SuðurSkot sýndu, vann væl og virðiliga á kuldanum, og kappingarnar gingu væl, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu. Finalan hjá compound-dreingjunum var so jøvn, at tað skuldu tveir shoot-off-pílar í part til at avgera dystin

Leygardagin var Grand Prix-kapping fyri fyrstu ferð hildin í Vági. Verturin Team SuðurSkot (TSS) í Suðuroy hevði lagt nógv fyri at gera tað so ómakaleyst sum møguligt hjá skjúttum norðanfjørðs at luttaka, millum annað at fáa kappingina at sampakka við ferðaætlanina hjá Smyrli. Allar kappingarnar, bæði tær hjá teimum yngru á 15 metrum og tær hjá teimum vaksnu á 18 metrum, blivu tískil avgreiddar sama dag.

20 skjúttar úr øllum teimum fýra bogaskjótifeløgunum í landinum og umboðandi allar teir tríggjar bogaflokkarnar, barboga, recurve og compound, høvdu teknað seg. Tað var ikki sørt ein avbjóðing við tað, at TSS í løtuni er munandi skert, tá tað um hølisumstøður ræður, og felagið er eisini avmarkað í útgerð.

TSS er yngsta bogaskjótifelagið í landinum – tað fylti tvey ár í november. Tað fyrsta árið ella stívliga tað helt felagið til í Marghøllini í Vági, har umstøðurnar at venja og kappast vóru av teimum bestu. Men ein ódn seinasta vetur broytti alt, tí Marghøllin fór so illa í ódnarveðrinum, at hon hevur verið stongd síðan.

Bogaskjótifelagið fekk í staðin innivist í einum virkisbygningi á havnarlagnum, sum stóð tómur og óvirkin, og har hevur borið til at vant og havt smærri kappingar.

Riggaði upp á stás
Barbogin er alráðandi í TSS, men tá skotið verður við máttmiklu compoundbogunum krevjast tjúkri máttur aftanfyri skivurnar – ella andlitini, sum bogaskjúttarnir rópa tær. Onkur onnur útgerð vantaði eisini, og tí kom Bogaskjótisambandið til hjálpar við sínum útgerðarvogni.

Vognurin og teir flestu skjúttarnir norðanfjørðs komu suður við Smyrli leygarmorgunin, og ikki fyrr enn tá bar til av álvara at gera klárt til kappingina. Við snildum, góðum vilja og ikki minst sera góðum hýri bar tó til hjá fyriskiparunum at fáa alt at rigga, og tað uppá stás eisini.

Kappingin skuldi av røttum verið byrjað klokkan 10, men hon var farin av 11, áðrenn upphitingin so smátt fór í gongd, men kortini eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar uttan hóvasták og við rúmi fyri hugnaligum steðgum. Um fimm-tíðina var alt liðugt og avriggað.

Kaldari inni enn úti
Ein stór avbjóðing við bygninginum á havnarlagnum í Vági er kuldin. Innikuldi er tiltikin, og tað gav at bíta leygardagin, har tað kendist, sum at tað var kaldari inni enn úti. Men óføri blíðskapurin vann á kuldanum, tí TSS borðreiddi við framúr góðari og heitari súpan, umframt kaffi, te og fleiri sløgum av góðum heimabakstri.

15 metrar

Leygardagurin bleiv eisini ein minniligur dagur í kappingarhøpi. Ikki minst hjá dreingjum compound, har teir báðir Dávid Højgaard og Narvi Jensen, báðir úr Ørvi, máttu út í tveir shoot-off-dystir í sjálvari finaluni. Við tí seinasta pílinum rakti Dávid 10’aran og Narvi 9’aran, so tað fekk illa verið javnari, tá finalan skuldi hava ein vinnara.

Narvi var annars bestur í innleiðandi kappingini framman fyri Dávid og Jónas B. Poulsen úr Ørvi.

Dávid vann síðan hálvfinaluna ímóti Jónasi og at enda gullheiðursmerki í dramatisku finaluni ímóti Narva.

Hjá gentunum við barboga var Lilja Strøm Winther úr TSS rættiliga suveren. Hon vann greitt innleiðandi kappingina, síðan hálvfinaluna ímóti Nataliu Mary á Høgabóli úr Vágaskoti 6 – 0 og at enda eisini 6 – 0 í finaluni ímóti liðfelaganum Leu í Trøðini.

Í hálvfinaluni ímillum Leu og Evu Kjærbo, eisini úr TSS, var tó spenningur í – Lea vann 6 – 4.

Hjá dreingjum recurve var Brandur Tummasson Hansen, Tambar, einsamallur – ein støða, ið ikki er honum fremmand – so hann kundi frammanundan vera vísur í gullinum.

Ov smá andlit
Ein trupulleiki í kappingini í Vági, ið tó als ikki er at lasta vertunum fyri, var, at ongi 60 sentimetur-andlit vóru at seta upp til kappingarnar á 15 metrum. Øll skutu tískil eftir 40 sentimetur-andlitum, og tað er óheppið, serliga hjá feløgunum, har børnini bara eru von at brúka 60 sentimetur-andlit á 15 metrum. Eisini í seinastu innandura kappingini í Søldarfirði varð kært um, at bara 40 sentimetur-andlit vóru til taks á 15 metrum.

18 metrar
Annika Næs Johannesen, TSS, var einasta kvinna, ið skjeyt við barboga úr 18 metrum, og Helena við Misá úr Ørvi var einasta kvinna at skjóta við compoundboga. So hjá teimum var ongin ivi um heiðursmerkini.

Meira fjølmentir vóru barbogamenninir. Teir vóru fimm í tali og allir úr TSS.

Ísakur Henriksen Hammer var stinnastur, men fekk tó skarpan gang frá Frank Madsen. Ísakur vann innleiðandi tepurt framman fyri Frank. Eitt fitt glopp var millum Frank og Thomas Christensen á triðjaplássi og síðan aftur eitt minni glopp niður til Haakon P. Sandá Joensen á fjórðaplássi og Davið Hafsteinsson á fimtaplássi.

Teir báðir Ísakur og Frank endaðu eisini í finaluni, eftir at báðir vunnu sínar hálvfinalur. Tað bleiv eisini ein tøtt og spennandi finala, sum Ísakur vann 6 – 4.

Bronsufinaluna vann Thomas 6 – 2 á Haakon.

Tvær recurve-kvinnur norðanfjørðs høvdu leitað sær til Vágs, Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti og Ása Helena B. Rasmussen, Tambar. Her vann Tóra Dinna innleiðandi kappingina sannførandi og síðan finaluna 7 -1.

Tey trý feløgini norðanfjørðs vóru umboðað við hvør sínum mannligum recurveskjútta, Hans Petur Højgaard úr Ørvi, sum vann innleiðandi framman fyri Michael Feldballe, Tambar, og Bárði Magnusson, Vágaskot.

Hálvfinalan millum Michael og Bárð var spennandi, men tá avtornaði, lá Michael omaná og vann 6 – 4.

Í finaluni mátti hann tó lúta fyri Hans Peturi, sum vann 6 – 0.

MYNDIR/MYNDATEKSTIR:

Felagsmynd. Onkur var tíverri farin, tá myndin varð tikin

Dreingir compound. Úr vinstru er tað Narvi Jensen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Jónas B. Poulsen (Ørvur), bronsu

Gentur barbogi. Lea í Trøðini (TSS), silvur, Lilja Strøm Winther (TSS), gull, og Eva Kjærbo (TSS), bronsu

Dreingir recurve. Brandur Tummasson Hansen (Tambar) vann gullið uttan mótstøðu

Kvinnur barbogi. Annika Næs Johannesen (TSS) vann gullheiðursmerkið uttan mótstøðu

Kvinnur compound. Helena við Misá (Ørvur) vann eisini sítt gullheiðursmerki uttan mótstøðu

Menn barbogi. Úr vinstru er tað Frank Madsen, silvur, Ísakur Henriksen Hammer, gull, og Thomas Christensen, bronsu. Teir skjóta allir við TSS

Kvinnur recurve. Vinstrumegin Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), silvur, og Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull

Menn recurve. Úr vinstru er tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Bárður Magnusson (Vágaskot), bronsu

Heit klæði og súpan hildu kuldanum skák

Facebook viðmerkingar