Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er stinnur. Framleiðslan (BTÚ í leypandi prísum) er mett at veksa 4,4% í 2024 og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lágt. Lønarútgjaldingarnar og løntakaratalið settu met í 2023, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot. Hóast búskaparliga framgongd er hallið hjá landskassanum stórt.
Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 5,4% í 2023, 4,4% í 2024 og 2,8% í 2025. Tað er framvegis avlop á handilsjavnanum. Arbeiðsmarknaðurin er sterkur og tað ger, at húsarhaldini hava varðveitt bjartskygnið, hóast rentuhækkingar og inflasjón hava minkað um keypiorkuna síðani á sumri í 2022. Prísirnir veksa enn, men ikki eins nógv, sum teir hava tað seinasta árið. Treystið hjá vinnuni var lægri í januar 2024 enn í juni 2023. Tað eru serliga tilfeingisvinnan, handilsvinna og tænsastuvinnan, sum lata verri at, meðan treystið í byggivinnuni hinvegin framvegis er stórt.
Megna ikki at halda aftur við útreiðsluvøkstri
Mest sannlíkt hevur landskassin hall í 2023, 2024 og 2025. Úrslitini staðfesta, at politiska skipanin framvegis ikki megnar at halda aftur við útreiðsluvøkstri í góðum tíðum. Búskaparráðið metir tað vera illa frágingið, tá ið úrslitið á fíggjarlógini vísir eitt hall í bæði 2024 og 2025 eftir áhaldandi búskaparvøkstri í fleiri ár á rað við lágum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri í landskassanum. Úrslitið á fíggjarlógini (RLÚ 1) metir Búskaparráðið verður -146 mió. kr. í 2024 og -31 mió. kr. í 2025. Veruliga úrslitið er tó verri enn tað, tí ein partur av tilfeingisinntøkunum skal sambært lóg í búskapargrunnin. Í 2024 er metta úrslitið tí ikki -146 mió. kr. men -439 mió. kr. Henda uppstilling av fíggjarlógini, har tað ikki verður tikið hædd fyri, at inntøkur av tilfeingisgjøldum skulu í búskapargrunnin, ger tað sera ringt hjá politikarunum og borgarum at gjøgnumskoða, hvat veruliga úrslitið á fíggjarlógini er, og hvørjum úrsliti politiska skipanin kann raðfesta eftir.
Haldførisavbjóðingin má handfarast
Ávísin fyri fíggjarpolitiska haldførið er -9% av BTÚ, vísir nýggja greiningin av haldførinum hjá Búskaparráðnum. Av tí, at tað í framtíðini ikki verður sama lutfall millum tal av forsyrgjarum og tey, ið skulu forsyrgjast, sum í dag, verður fíggingartørvurin 45 mia. kr. tey komandi 40 árini. Í núverandi lóggávu er samtykt at hækka pensjónsaldurin við einum hálvum ári í 2025 og 2030, men tað røkkur ikki til at loysa haldførisavbjóðingina. Hækkar pensjónsaldurin ístaðin við einum ári fimta hvørt ár frá 2035, gerst fíggjarpolitikkurin haldførur og fíggingartørvurin minkar niður í 12 mia. kr. komandi 40 árini. Politiska skipanin noyðist tí at fremja nýskipanir og átøk, sum minka um útreiðslurnar og økja inntøkurnar, umframt at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár. Eitt tiltak at tálma útreiðslunum er at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Politiska skipanin eigur í eini breiðari semju, at seta sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum 10 ár fram í tíð, sum er í samsvar við ein haldføran búskap í langa høpinum, tað vil siga hjá landi og kommunum undir einum.
Veks um arbeiðsútboðið
At stytta arbeiðsvikuna minkar um arbeiðsútboðið, men verður hetta kortini framt, eigur politiska skipanin at fremja átøk, ið økja um arbeiðsútboðið. Trot á arbeiðsmegi er og verður frameftir ein stór avbjóðing fyri føroyska búskapin, bæði í almenna og privata geiranum. Fast-track skipanin hevur lætt um trýstið á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er tað er eitt stig á røttu leiðini, at politiska skipanin hevur minkað um frádráttirnar til fólk, sum arbeiða uttanlands. Búskaparráðið er tó av tí fatan, at allar serskattaskipanir, sum eggja fólki at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum, eiga at vera avtiknar.
Avtak almennar stuðulsskipanir
Tað darvar búskaparligu menningina í Føroyum, at almennar skipanir stuðla framhaldandi rakstri í vinnum, sum geva ivasamt ískoyti til búskapin. Fiskavirkisskipanin fastheldur fólki í vinnum við lítlum ella ongum avkasti, ið ikki kann bjóða arbeiði alt árið, og sum forðar starvsfólkunum í at fáa sær arbeiði í øðrum vinnum, har tey kundu givið størri íkast til búskapin. Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Møguleikin at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so mikið lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning. Tað heldur lív í einum yvirkapasiteti tá ið fyritøkur, sum annars høvdu lagt skipini tí tey ikki klára at manna tey, fáa mannað tey við útlendingum.
Facebook viðmerkingar