Okur skulu ikki skrúva okkara egnu lønir upp til at “kompensera” fyri avtøkuni av tænastumannapensiónini.
Tænastumannapensiónin eigur at verða avtikin hjá tingfólkum skjótast gjørligt. Av tí at hon tyngir landskassan óneyðuga nógv. Okur eiga at vísa hógv og avtaka hana.
Sjálvandi skulu tingfólk hava somu pensjónsskipan sum onnur, men tað skal ikki verða neyðugt at skrúva tinglønina upp av teirri orsøk.
Tingfólk hava framman undan eina góða løn, og kunnu t.d. hava annað alment arbeiðið aftur at tingarbeiðinum. Tað er annars langt í frá allastaðni á arbeiðsmarknaðinum, at tílíkt letur seg gera.
Samstundis sum nógvir fakbólkar liggja í opnum stríði fyri at vinna sær nakrar krónur uppá lønina at viga uppi móti dýrtíðini, so verður mælt til, at okur skulu lóggeva okkum sjálvi hægri løn. Nei takk!
Aðalmálið fyri at fara upp í politikk átti at verið fyri at fáa ávirkan og flyta samfelagið longur fram áleið, men ikki minst at minka um sosiala ójavnan og tryggja øllum landsins borgarum javnbjóðis sømdir og kor. Og ikki fyri at lóggeva okkum sjálvum eina lønarhækkan.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar