Hækkandi rentur og økt útlán síggjast aftur í úrslitinum hjá bankanum fyri 2023. Harumframt var úrslitið av fíggjarligu íløgunum væl betri enn árini frammanundan og vøksturin í útreiðslum var eisini avmarkaður. Tískil gjørdist úrslitið í 2023 munandi betri enn seinastu árini.
“Tað er umráðandi fyri menningina av føroyska samfelagnum, at bankin hevur eitt trygt kapitalgrundarlag og høgan eginpening. Hetta er neyðugt fyri at nøkta fíggingartørvin hjá bæði fyritøkum og privatkundum. Betri Banki hevur í dag ein solvens á 35% og eina eginogn á 2,3 mia. krónur.”, staðfestir Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Góða úrslitið hjá bankanum ger tað møguligt at nøkta fíggingartørvin hjá kundum okkara og hjá samtakinum at lata part av úrslitinum aftur til kundarnar umvegis Limakrónur umframt at lata munandi stuðulsupphæddir til ymisk samfelagsgagnlig endamál umvegis Betri Stuðul. Betri Banki luttekur við at gjalda 40 mió.kr. í vinningsbýti til móðurfelagið fyri roknskaparárið 2023.
Vit vænta, at úrslitið í 2024 verður nakað minni enn í 2023. Orsøkirnar eru fleiri; renturnar fara sannlíkt at lækka aftur, vøksturin í føroyska búskapinum verður væntandi minni enn seinastu árini og vit vænta eisini, at innlán uttan uppsøgn verða sett á uppsagnarkontur í størri mun enn nú. Sum heild eru kundarnir í Betri Banka væl fyri og hava ikki trupulleikar við at klára sínar fíggjarligu skyldur.
Árið í stuttum
- Ársúrslit: 286 mió. krónur
- Úrslitið áðrenn skatt: 347 mió. krónur
- Fíggjarstøða: 11.494 mió. krónum
- Útlán: 8.130 mió. krónur
- Innlán: 8.946 mió. krónur
- Eginpeningur: 2.304 mió. krónur
- Solvens: 35%
Tú kanst lesa allan roknskapin 2023 her.
Facebook viðmerkingar