1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 2. apríl 2024 til 18. juni 2024 verður lýst leyst.
Tímatalvan til starvið (20 tímar) fatar um:
Støddfrøði í 1. og 5. fl,
Danskt og søgu í 5. fl
Ítrótt í grunddeild
Flokslærari í 5. fl
Tann, ið settur verður, skal:
undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
• hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
• vera fakliga væl fyri og professionellur
• vera engageraður og fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
• vera fyrikomandi
• starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugaður í at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi
skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 18. Mars 2024
Eru spurningar starvinum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella ed0604f4@skulin.fo
Hvalbiar skúli hevur í skúlárinum 2023-24 81 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan starvast 10 lærarar.
Facebook viðmerkingar