FISK.fo: Fríggjadagin í seinastu viku gjørdu Føroyar og Bretland semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2024.
Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi eru 850 tons av svartkalva, umframt onnur fiskasløg eitt nú hýsa, longa og blálonga.
Bretland heldur fram við sínum rættindum at veiða serliga hýsu og upsa í føroyskum sjógvi, eins og at Bretland fær eina hjáveiðukvotu av toski í hýsufiskiskapinum. Tó eru rættindi at veiða hýsu og tosk í føroyskum sjógvi skerd í ár, nú Bretland valdi at lata sína toskakvotu í NAFO sjógvi til egið fiskifar heldur enn tvíbýtta til Føroyar og Noreg.
Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið ta støðu, at hon hevur stóran politiskan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.
Semjan kann lesast her.
Á myndini eru sendinevndirnar hjá Bretlandi og Føroyum frá vinstru til høgru.
Facebook viðmerkingar