Fríggjadagin var Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum, í Svínoy, har fundur var við staðbundnu nevndina í Svínoy um samferðsluviðurskiftini í Svínoynni. Við í ferðalagnum vóru umboð fyri Strandfaraskip Landsins, Landsverk og Klaksvíkar kommunu.
Fundurin varð hildin í Gamlagarði í Svínoy, og á skránni vóru framløgur um framtíðarætlanir á farleiðini til Svínoyar og Fugloyar. Eftir framløgurnar var umrøða av ynskjum hjá staðbundnu nevndini til nýggja Svínoyar- og Fugloyarskipið. Eisini vórðu ábøtur á lendingarnar á Eiðinum og á Víkini umrøddar við atliti at nýggja skipinum.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, kunnaði um, at arbeiðið við at projektera nýtt skip til Svínoyar- og Fugloyarleiðina fer í gongd í næstum og ætlanin er fáa lokal umboð í ein fylgibólk, sum skal geva sítt íkast til nýggja skipið.
Á fundinum var verandi ferðaætlan og ynskir til tillagingar av ferðaætlanini eisini umrødd.
Nú nýtt skip verður projekterað til Svínoyar- og Fugloyarleiðina, so hevur tað stóran týdning, at tey lokalu verða tikin við í tilgongdina, og var hetta eisini endamálið við vitjanini í Svínoynni í dag, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Í næstum verður vitjað úti í Fugloynni í somu ørindum.
Facebook viðmerkingar