Tann 1. apríl kl. 23.15 steðgaði turbina 1 í Botni fyri seinastu ferð eftir trúgva og drúgva tænastu.
Dagføringin av elverkinum í Botni er byrjað, og í hesum sambandi varð Pelton turbinan steðgað. Arbeiðið at taka hana niður er byrjað, og um hálvan apríl verður turbina 2 eisini steðgað og tikin niður.
Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni um hesa tíðina komandi ár.
Turbinurnar í Botni hava koyrt stútt og støðugt í nærum 60 ár. Turbina 1 var koyriklár 30. oktober 1965 og turbina 20. mai 1966.
Facebook viðmerkingar