Listi E í Vágs Býráð: Til býráðsfundin 29. apríl 2024 fer Listi E at leggja uppskot fram um:
Felags átak um føroyska matframleiðslu
Lýsing av málinum
Tað gerst alsamt meira viðkomandi og vælumtókt at framleiða egna matvøru.
Í hesum uppskotinum verður lagt upp til, at ungir sum eldri borgarar saman við Vágs kommunu fara undir eitt felags átak at framleiða grøna matvøru, so sum epli, røtur, kál og annað grønmeti.
Okur halda at umstøðurnar í Vági eru tær røttu at fara undir eina slíka verkætlan.
Og við einum felags átaki ber tað eisini til at minka um innflutningin av eplum og øðrum grønmeti, samstundis sum okur betra um okkara umhvørvi og minka um óneyðugt útlát og Co2 dálking frá eitt nú skipaflutningi.
Felags átak
Hóast flestu okkara hava nakrar fermetrar ið kunnu brúkast til endamálið, antin sum velta á bønum, ella í sokallaðum køkshavum ella í plattarammum, so eru tað nøkur ið ikki hava henda sama møguleika hjá sær sjálvum.
Tí halda okur, at tað hevði tað verið eitt gott høvið hjá kommununi at veitt øllum hendan møguleikan á einum stykki/matrikli ið kommunan eigur. Í øðrum føri kann kommunan leiga eina trøð.
Barnagarðurin og næmingar í Vágs skúla eiga at gerast partur av hesum átakinum, og soleiðis læra eisini tey at gagnnýta og fara væl um jørðina.
Somuleiðis eiga eisini tey ið eru komin til árs at fáa møguleikan at vera við í átakinum, og eru hesi júst tey, ið kunnu geva hendan aldargamla siðin og lærdómin víðari til okkara børn.
Borgarar í Vágs kommunu, ið eru við í átakinum, Eikilund, innskúlingin í Vágs skúla, Hamragarður og Eldrasambýlið skulu eiga rættin til tað ið kemur undan.
Mælt verður til at hetta verður gjørt eftir einum býtislykli, tá undirtøkan gerst greiðari.
Fíggjarligi parturin
Heilt lítil kostnaður í mun til avkastið ár rum ár, tí nógv verður endurnýtt og sett niður aftur.
Ein varlig meting er o.u. 50.000 kr. um Vágs kommuna stendur sjálv handan verkætlanina.
Í kostnaðarmetingini veitir Vágs kommuna ymisk sløg av seteplum, fræi og annað til gróðursetan, ein amboðsskúr og neyðugu smáamboðini, so sum spakar, flagskerar o.a.
At taka støðu til
At Vágs kommuna veitir eitt øki til endamálið, tildømis matr. 76e, ella leigar eina trøð, keypir neyðugu útgerðina og fær avtalu í lag við serkøn fók á økinum til at undirvísa og leggja okkum lag á, har tørvur er á tí.
Okur á Lista E vóna at tað verður breið undirtøka fyri uppskotinum.
Facebook viðmerkingar