TB er víðari til 2. umfar í kappingini um Løgmanssteypið eftir at TB vann 2-0 á FC Suðuroy á Eiðinum í Vági.
Talan var um ein uppibornan sigur til TB, sum frá byrjan spældi sera ágrýtið við høgum trýsti á FC Suðuroy og skjótum umstillingum.
Olivur Thomsen legði TB á odda í 21. minutti og í 79. minutti gjørdi Mikael Tummassarson tað til 2-0.
TB og FC Suðuroy spæla dyst aftur leygardagin, tá liðini bæði møtast í 1. deild. Tann dysturin verður við Stórá leygardagin.
Facebook viðmerkingar