Johanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs Skúla stórfingna peningagávu. Vinalagið millum íslendsku familjuna Hjelm og Vágs Skúla stavar í roynd og veru frá einari lagnuhending fyri yvir 100 árum síðani.
Jóhanna er dóttur Sivar Hjelm, sum var føddur í Vági 21. des. í 1915. Sivar flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi. Pápi Sivar, Jógvan Hjelm, gekk burtur við báti á útróðri av Vágseiði saman við brøðrum sínum Martin og Jaspur Hjelm og tveimum synum hjá Jaspur, Anton og Esbern, og Sofus Berg, ættaður úr Hvalba. Eftir at tey fluttu til Íslands, longdist Sivari altíð aftur til Vágs, og flutti hann eisini til Vágs í nøkur ár, eftir at hann var fermdur. Sivar tosaði altíð so hjartaliga um Vág.
Í hesum døgum er 50 ár síðani, Sivar andaðist. Dóttirin Johanna vil minnast pápa sín við at lata Vágs Skúla eina gávu.
Vágs Skúli er sera takksamur fyri gávuna og ætlar at brúka gávuna til ein FIFA fótbóltsvøll. Fótbóltsvøllurin kemur at liggja partvís á núverandi skúlalagnum. Vøllurin verður kallaður SIVARS vøllur.
Gávan bleiv handað á móttøku í Vágs Skúla, har John Henrik Holm, skúlastjóri og Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaðu vælkomin og takkaðu fyri gávuna.
Vágs Skúli møtti íslensku familjuna fyrstu ferð á sumri 2017, tá dóttur Jóhannu, Margrét G. Scheving og maðurin Ásbjørn Óttarsson lótu skúlanum ein 3D-prentrari og ein 3D-skannari. Seinni í januar 2018 lat íslendska parið Vágs Skúla tøkniliga útgerð og tilfar, soleiðis at FabLab’ið fór í gongd.
Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.
FabLab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova.
Hesar gávur eru grundarlagið undir, at Vágs Skúli í 2019 fekk viðurkenning, sum góðkent FabLab.
Vágs Skúli er enn einasti fólkaskúlin í landinum við einum FabLab’i.
Facebook viðmerkingar