Okur eru ófarin av stóra áhuganum fyri Dansibandsfestivalinum í ár. Hetta merkir eisini, at útselt er til stóra kalda borðið fríggjakvøldið og grillkvøldið leygarkvøldið. Men tað ber sjálvandi til at koma í dans bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá føroysk og norsk dansibands-orkestur spæla góðan dans í Vágs Høll.
Skráin til Dansibandsfestivalin 2024 verður løgd út í morgin, fríggjadagin 26. apríl 2024.
Facebook viðmerkingar