Grannauppgerðin í 1. deild millum TB og FC Suðuroy við Stórá leygarkvøldið endaði við javnleiki 2-2.
Tá samanumkom er TB helst glaðari um úrslitið enn FC Suðuroy er, tí FC Suðuroy var á odda 2-0 tá vanliga leiktíðin var úti.
Liðini bæði spældu annars ein nokk so javnan fyrra hálvleik, har gestirnar tó høvdu yvirvág og eisini frægastu møguleikarnar, hóast talan ikki var um stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var FC Suðuroy væl betur enn TB og var tað eisini fult uppiborið, at John Villy Vøldike legði FV Suðuroy framum 1-0 tá 11 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.
Tá 25 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki skoraði Salmundur Bech til 2-0.
Tá 2 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Hans Fríður Muller reytt kort. TB satsaði nú alt uppá at fáa nakað burturúr dystinum. Og í yvirtíðini skoraði fyrst Ndende og síðani Torkil Holm,
og endaði dysturin 2-2.
FC Suðuroy hevur nú 11 stig eftir 6 dystir (FC Suðuroy manglar ein dyst ímóti NSÍ) og er á 3. plássi. TB hevur 9 stig eftir 7 dystir og er á 6. plássi.
Komandi vikuskiftið tekur FC Suðuroy ímóti HB í Vági, meðan TB spælir ímóti B36 í Havn.
Facebook viðmerkingar