Mai mánaður er altjóða melanom mánaður. Móðurmerkjakrabbi (malignt melanom) er krabbamein, ið kemur í móðurmerki. Í mai mánaði varpa vit ljós á húð- og móðurmerkjakrabba.
Hetta gera vit við bjóða áhugaðum at melda seg til at koma til húðlækna í húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin tann 16. mai at læra meira um móðurmerki og at fáa móðurmerki síni kannaði. Vit hesum átaki, ið Húðambulatoriið og Krabbameinsfelagið standa fyri, vóna vit at økja um vitanina og tilvitskuna um vandamiklu móðurmerkini.
Krabbameinsfelagið luttekur á degnum við kunnandi faldarum.
Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið av tilburðum vaksið nógv seinastu 50 árini. Vandin at fáa móðurmerkjakrabba er eitt nú tengdur at hvørji húðtýpu, ein hevur. Tær ljósu húðtýpurnar, ið lættliga brenna seg í sólini, eru í nógv størri vága at fáa móðurmerkjakrabba.
Móðurmerkjakrabbi kann stava frá UV-geisling frá sól og solarium, og sólbrunar á ungum árum illteinkjast serliga at elva til móðurmerkjakrabba. Tí er umráðandi at verja børnini og tey ungu ímóti vandamiklu UV-strálunum – eisini í Føroyum. Tó at ikki ber til púrasta at forða móðurmerkjakrabba at taka seg upp, finnast fyribyrgjandi stig, ið vit kunnu taka. Eitt nú í mun til góðar sólvanar, at verja okkum fyri sólbruna og at snarkanna fyri krabbamein. Verður móðurmerkjakrabbin uppdagaður skjótt, eru útlitini góð. Viðgerðin er í flestu førum skurðviðgerð, men kann viðgerðin eisini vera medisinsk.
Vit vóna at síggja tykkum, ið eru stúrin um tykkara móðurmerki, ella eru áhugað at læra meira um móðurmerkjakrabba í húðambulatoriinum tann 16. mai. Legg til merkis, at tað er avmarkað pláss at sleppa at kanna síni móðurmerki, og fáa luttakarar eina tíð, ið verður tillutað eftir tilmeldingunum. Luttøka krevur tilmeldingin, og melda tit til við at senda ein t-post til hudamb@ls.fo. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai.
Eitt kliniskt toymi við húðlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivarum eru klár at taka í móti tykkum í ambulatoriinum hendan dagin. Hava tit spurningar um tiltakið, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara. Vit síggjast til ein hugnaligan dag í Húðambulatoriinum í Útistovu á Landssjúkrahúsinum.
Húðambulatoriið og Krabbameinsfelagið
Tiltakið fer fram tann 16. mai kl.09:00-17.00 í Útistovu (Bláa ambulatoriinum) á Landssjúkrahúsinum.
Melda til við at at senda ein t-post til hudamb@ls.fo.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai. 2024.
Miðlar eru vælkomin at venda sær til barro@ls.fo við møguligum fyrispurningum.
Facebook viðmerkingar