Fisk.fo: Tórsdagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, í Eysturkommunu.
Á fundinum umrøddu Per Martin Gregersen, borgarstjóri, og Dennis Holm, landsstýrismaður, mál við felags áhuga á samferðslu- og fiskivinnuøkinum.
Seinastu árini er ferðslan til og úr landnyrðingspartinum av landinum vaksin nógv, og hendan ferðslan fer øll gjøgnum Eysturkommunu. Hetta ávirkar bæði fólk í kommununi og vegakervið í nærumhvørvinum.
Í fjør varð nýggj serstøk játtan til asfaltering sett av á Fíggjarlógini. Ein partur av øktu játtanini varð brúkt til at asfaltera landsvegin frá rundkoyringini í Gøtudali framvið Norðragøtu og Gøtugjógv. Í hesum sambandi varð eisini varpað ljós á, at neyðugt er at raðfesta ferðslutrygdina í økinum.
Á fíggjarlógini fyri 2024 varð eisini sett av játtan til at bøta um ferðslutrygdina í økinum. Landsverk og Eysturkommuna hava nú avtalað loysn, sum skal gera tað tryggari hjá fólki í økinum at ferðast framvið landsvegnum og tvørtur um landsvegin við Gøtugjógv.
Á fundinum var eisini umrøða av arbeiðinum við langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum og einum framtíðar Gøtudalstunli.
Eysturkommuna er ein av stóru fiskivinnukommununum í landinum, og vóru eisini viðurskifti viðvíkjandi fiskivinnuni umrødd – serliga spurningurin um virðisøking av tilfeinginum úr sjónum.
Facebook viðmerkingar