Trýpartaavtala um umhvørviseftirlit við skipum

Umhvørvismálaráðið: Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrisfólk hava í dag undirskrivað eina trýpartaavtalu um umhvørviseftirlit við skipum. Talan er um eina dagførda avtalu, sum markar arbeiðsbýtið millum Vørn, Sjóvinnustýrið og Umhvørvisstovuna.

Sambært avtaluni, hava Vørn og skipini hjá Vørn eftirlit við, at skip ikki dálka sjóøkið kring Føroyar við olju, burturkasti, óviðgjørdum kloakkspillivitni og øðrum. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi og FAS skip, lúka altjóða krøv um at hava góðkendan útbúnað og skipanir umborð, sum tryggja, at umhvørviskrøvini kunnu haldast. Umhvørvisstovan hevur eitt nú eftirlit við, at móttøkuskipanir fyri olju, burturkast og óviðgjørt kloakkspillivatn í havnum, er sambært ásettum krøvum.

Gjørda avtalan tekur hædd fyri, at umhvørviseftirlitið kann verða víðkað til barlastarvatn og krøv viðvíkjandi luftdálking frá skipum.

Samstarvsavtalan kann lesast her.

Facebook viðmerkingar