Myndina tók Bjartur Vest.
Í vikuskiftinum er 11. umfar í 1. deild í fótbólti hjá monnum spælt. Suðuroyarliðini, FC Suðuroy og TB, vunnu bæði týðandi dystir og eru nú nr. 2 og nr. 4. í 1. deild.
FC Suðuroy vann leygardagin 1-0 á B71 í einum dysti um 2. plássi á stigatalvuni. FC Suðuroy var greitt omaná allan dystin og vann uppiborið 1-0. Málið hjá FC Suðuroy gjørdi Pætur Augustinussen.
TB var í Klaksvík, har KÍ tók ímóti. TB legði seg á odda longu í 3. minutti við máli sum Torkil Holm gjørdi. Í 80. minutti gjørdi Nikolei Johannesen tað til 2-0 og gjørdist hetta eisini úrslitið á dystinum.
Støðan í 1. deild eftir 11 umfør er hendan:
Facebook viðmerkingar