ILA í tveimum ringum hjá Bakkafrosti

ILA virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrosti í Vági, boðaði Bakkafrost eigarunum frá í gjárkvøldið.

Ein millión laksar eru í ringunum.

Teir viga í miðal 2,6 kilo.

Alt fyri eitt er farið at forða fyri smittuspjaðing.

Laksurin í teimum báðum ringunum verður tikin alt fyri eitt.

Hetta ger, at tøkan hjá Bakkafrosti í ár minkar 2000 til 3000 tons.

Facebook viðmerkingar