Í gjárkvøldið vóru fimm bussar við Smyril, tá Smyril loysti í Havn og setti kós móti Suðuroynni. Bensin og diesel er “uppi” í meginøkinum, men í Suðuroynni er enn gjørligt at keypa bensin og diesel, og vóru hetta eisini ørindini hjá bussunum, sum í gjárkvøldið koyrdu í land av Smyrli.
Men um midnáttarleitið sendi SSL út kunning um, at undantøkini, sum arbeiðarafeløgini hava givið Smyrli, vóru broytt. Frá midnátt skulu akfør, sum eru longri enn 7 metrar, hava undantaksloyvi fyri at sleppa við Smyrli.
Tá Smyril loysti av Krambatanga kl. 6 í morgun stóðu teir fimm bussarnir, sum í gjárkvøldið komu suður at bunkra diesel, eftir. Sum er, hava teir ikki fingið undantak at fara við Smyrli aftur.
Facebook viðmerkingar