Undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, verður nú broytt, so at øll akfør longri enn 7 metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðuroyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli. Undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør.
Broytingin fær gildi nú á midnátt, kl. 00:00, mikudagin 29. mai.
Facebook viðmerkingar