Í framúr góðum fótbóltsveðri vóru nógv fólk savnaði við Stórá seint seinnapartin, tá TB tók ímóti B36 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
B36 vóru sum lið í Betri-deildini favorittar áðrenn dystin, men TB í 1. deild vildi tann annarleiðis. Gamaní høvdu B36’ararnir bóltin sera nógv, men tá tað ikki eydnast at skora uppá málmøguleikar, so gjørdist dysturin púra opin.
Tá so TB fekk brotsspark heilt seint í dystinum, so tók Nikolai Johannesen av møguleikanum og skoraði til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Seinna hálvfinalan er 19. juni í Havn og á pappírinum hevur TB eitt gott útgangspunkt, hóast B36 hevur heimavøll í Gundadali.
Facebook viðmerkingar