30. mai 2024 var nýggjur public service-sáttmáli undirritaður millum Kringvarp Føroya og Almanna- og mentamálaráðið. Endamálið við public service-sáttmálanum er at lýsa, hvussu stovnurin tænir Føroya fólki í einum ávísum tíðarskeiði.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at partarnir hava skrivað undir sáttmálan, tí hann er eitt týdningarmikið amboð hjá myndugleikanum og stovninum til at seta nøkur felags mál út í kortið. Public service-sáttmálin er ein yvirskipaður karmur hjá kringvarpsstovninum til at útinna sítt virksemi innan fyri.
Í § 10 í kringvarpslógini er ásett, hvørjar skyldur Kringvarpið yvirskipað hevur, men við sáttmálanum fæst høvi til at seta tíðarbær mál og lofta teimum møguleikum og avbjóðingum, sum sáttmálapartarnir síggja fyri sær komandi fýra árini.
Public service hevur ein serligan týdning í fólkaræðinum. Public service er óheft bæði at politisku skipanini, handilsligum áhugamálum og bindingum sum heild. Tað er uppgávan hjá miðlunum at halda valdshavarunum í skák og seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa, kunna og gera fólk betur før fyri at taka støðu í ymiskum málum. Fólkaræðisligu miðlarnir fyribyrgja korruptión, geva gjøgnumskýgni og vitan, søkja sannleikan gjøgnum keldukritikk og eru sum eitt sáld, sum filtrerar tað tunna og týdningarleysa frá og hevur substansin eftir.
Nýggi sáttmálin er bert triði sáttmáli, ið er gjørdur millum partarnar. Sum nakað nýtt skal ein javnstøðupolitikkur orðast, og týðiligir málsetningar eru gjørdir fyri fleiri øki. Størri dentur verður lagdur á føroyskt mál og tilfar til børn og ung. Sáttmálin skrivar seg inn í tíðina sum eitt amboð í eini tøkniliga avbjóðandi tíð við stórliga broyttum miðlavanum.
Public service-sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni 2024 til 31. mai 2028. Teir fyrstu sáttmálarnir vóru gjørdir fyri tíðarskeiðini 2011-2013 og 2017-2020.
Les Public Service-sáttmálan her.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Facebook viðmerkingar