Umhvørvismálaráðið góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu

Umhvørvismálaráðið hevur í skrivi dagfest 12. juni 2024 góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.

Talan er um broyting í byggisamtyktartekstinum: §29: Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.”

Sambært §7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend.

Byggisamtyktin kemur í gildi beinanvegin.

Fylgiskjøl: https://www.tvk.fo/files/Byggisamtyktartekstur_fyri_Tvoroyrar_kommunu.pdf

Facebook viðmerkingar