TB heima, FC Suðuroy á Argir

Í vikuskiftinum er 13. umfar í 1. deild hjá monnum á skránni.

TB tekur á heimavølli við Stórá ímóti HB, sum er á næstniðasta plássi í 1. deild. TB á 3. plássi í 1. deild má sigast verða stórfavorittur til dystin leygardagin, sum byrjar kl. 15.00.

FC Suðuroy skal í truplan útidyst ímóti AB inni í Vika á Argjum. FC Suðuroy er á 2. plássi og AB á 4. plássi og skilja 3 stig liðini at, so dysturin er rættiliga avgerandi fyri toppstríðið í 1. deild nú summarsteðgðurin nærkast. Dysturin á Argjum byrjar kl. 13.

Facebook viðmerkingar