
Á heystið í 2021 varð avgerð tikin um at felags kvinnuliðið í Suðuroynni sum nr. 2 í næstbestu deildini, skuldi taka av møguleikanum og flyta upp í Betrideildina hjá kvinnum at spæla kappingarárið 2022.
Fyrsta árið í Betrideildini var tungt og hóast stóra framgongd frá fyrsta umfari til seinasta umfar, so taptu kvinnurnar allar dystirnar í 2022. Í fjør (2023) gekk so nakað betur. Hetta kappingarárið fingu kvinnurnar 4 javnleikir.
Í vikuskiftinum varð 9. umfar í Betrideildini hjá kvinnum spælt og kvinnurnar á felagsliðnum spældu ímóti B36 í Havn. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, málið hjá felagsliðnum gjørdi Agatha Djurhuus. Úrslitið førdi við sær, at kvinnurnar nú hava 7 stig og eru á einum 6. plássi í Betrideildini.
Á jóansøku spæla kvinnurnar ímóti NSÍ á Eiðinum í Vági, dysturin byrjar kl. 13.
Støðan í Betrideildini hjá kvinnum er hendan:

Facebook viðmerkingar