Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni, hevur sett Hera Norðberg sum stjóra fyri Bú- og Heimatænastuna.
Heri Norðberg er 36 ára gamal búsitandi í Hvalba, og útbúgvin skipsførarari við eftirútbúgving sum auditør.
Síðani 2015 hevur hann starvast innan almenna fyrisiting, við millum annað trygdarsamskipan og verkætlanarleiðslu.
Bú- og Heimatænastan telur umleið 150 starvsfólk og eru tað tilsamans 69 búpláss.
Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.
Heri Norðberg tekur við stjórastarvinum eftir Hanus Toftheyggj, og hann byrjar í starvinum 1. september.
Facebook viðmerkingar