Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjóðra árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið.
Endamálið við Skúlaleikum er at kveikja til rørslu – eisini uttanfyri skúlatíð. Hetta gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til ítróttatíman, og næmingarnir fáa ítróttaligar upplivingar, har tey royna nýggjar ítróttagreinar, og har tað snýr seg um at arbeiða saman sum flokkur.
Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar skúla-ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru 10 ítróttagreinar íalt við í Skúlaleikum fyri miðdeildir.
Borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur eru nýggjar greinar. Meðan flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum.
Tá ein flokkur verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hartil bjóða vit eina skúlavitjan til hvønn flokk, og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi undanstevnum kring landið.
Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er tann 1. september 2024.
Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan:
- Fram til 1. september: Tilmelding
- 13. september: Skeið fyri ítróttalærarum
- September – feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið
- Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið
HER ber til at melda ein flokk til Skúlaleikir 2023/24.
Facebook viðmerkingar