Vælkomin til Ljósfest

Um vikuskifti 16 til 18 august verður Ljósfest í Vági – eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki.

Fyri tað fyrsta so eru øll vælkomin til Vágs um vikuskifti.

Ljósfestir vóru eisini fyrr í Vági – frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum- hettar fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um EL-verkið í Botni í Vági.

Heiðraði 100 ára hald saman við Sev

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipað fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta EL-verkið í landinum, nemliga EL- verkið í Botni í Vági.

Ljósfestin í ár er sostatt tann fjórða, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021. Hesir dagar verða um vikuskifti.

Ljósfestin í ár byrjar longu fríggjakvøldi 16. august og endar sunnukvøldið 18. august.

Byrjað verður fríggjakvøld 16. august kl 19.00 í teltinum. Har VB og FC Suðuroy skipað fyri ” syngið við “, við lutøku av Vestmonnum og Frobiar Sóknar Bluesorkestur.

Myndaframsýning og listaframsýning

Um okur kaða í skránna, so er myndaframsýning og listaframsýningini frá kl. 10.00 og til kl. 17.00.

Leygardagin kl. 13.00 verður listaframsýningina. Har m.a. Pól Skarðenni, Djóna Suðuroy og Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg og fleiri luttaka.

Børnini fáa eisini sítt

Leygardagin verður stóri dagurin hjá børinum. Stórt barnatiltakið er á stóra pallinum frá kl.  15.00 til 17.00 og er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum koma m.a. Angela og Hannibal at framføra.

Sølubásar

Á sølutorginum verða hondvirkaðarvørur frá lokalum.

Nógvur tónleikur á stóra pallinum

Leygarkvøld verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Ronnie og Maria, Hjalmar og Dagfinn, Starlight, Janus Wiberg, Hjarnar og Marius at spæla.

Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn H Bech.

Kirstin Strøm Bech setir Ljósfestina 2024

Kirstin er fødd í 1956 í Vági og hon er fyrrverandi borgastjóri í Vági. Hon er útbúgvin fólkaskúla lærari.

Heiðran av vágbingum

Eisini verður heiðran av vágbingum, sum hava gjørt nakað serstak á lívsleiðini fyri Vágsbygd.

Hesuferð hava vágbingar aftur sjálvir avgjørt hvør skal heiðrast.

Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøist um stóra skaran av fólki, sum eru komin til Ljósfestina hesu seinastu árini og hann avdúkar at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum

Øll eru vælkomin til Ljósfest, sum er eitt ókeypis mentarnarvikuskfti í Vági og sum endar sunnudagin við møti og sangi í teltinum.

Facebook viðmerkingar