Betri Stuðul hevur játtað 3,3 milliónir kr. til 12 ymiskar kanningar og granskingarverkætlanir.
Endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi.
Betri Stuðul hevur lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag.
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum og í ár, varð stuðul latin til hesar granskarar:
• Esther Djurhuus, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Kenslulig møði hjá umsorganarstarvsfólki
• Vár Honnudóttur, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Sosialur ójavni í heilsu, trivnaði og sjúku í Føroyum
• Jana Mortensen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Parkinsonsjúka og lívsgóðska
• Helgi Winther Olsen Phd lesandi og Bára Berghamar Danielsen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, rørsluátakið Ver Virkin
• Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið, kanning av aldueginleikum
• Sissal M. Rasmussen, Fróðskaparsetrið, kanning av føroyska málinum
• Tórur Sjúrðarson, Fróðskaparsetrið, kanning um kolestorol og venjing
• Tróndur M. Sandoy, Fróðskaparsetrið, kanning um hvat vit kunnu læra av EXIT Føroyar
• August G. Wang, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, ultraljóð til intravenøsa atgongd til krabbasjúklingar
• Elma á Geilini Ortind, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, kostkanning
• Turið Poulsen, Veðurstova Føroya, vindatlas
• Karin Margretha Húsgarð Larsen, Havstovan, rák í Bankarennuni
18 umsóknir vóru og samanlagt varð søkt um góðar 7 mió.kr.
Facebook viðmerkingar