Á Ljósfest verða tvær framsýningar – listaframsýning og myndaframsýning.
Leygardagin klokkan 10.00 letur myndaframsýningin hjá Silasi Olofsson upp. Á framsýningini ber til at síggja myndir av fuglum í Suðuroynni og aðrastaðni í Føroyum, sum Silas hevur fangað við myndatólinum. Klokkan 11.00 og klokkan 14.00 verður Silas í Miðlatúni, har hann kemur at greiða frá um framsýningina og fuglalívið í Føroyum. Framsýningin er í Miðlatúni og er opin til klokkan 17.00.
Listaframsýningin á Ljósfest letur upp klokkan 13.00. Á framsýningini verður møguleiki at síggja listaverk sum Ulla Bærendsen, Svend Erik Stenberg, Mikala Vilhelm, Lív í Baianstovu, Rebekka Olsen, Poula Lassen, Pól Skarðenni, Djona Suðuroy og Monika Nolsøe Johannesen hava málað. Listaframsýningin er í ovaru hædd í Suðuroyar Sparikassa og inngongdin er millum Sparikassan og Vágs Litbúð. Framsýningin er opin til klokkan 17.00.
Skráin til Ljósfest kann lesast her.
Facebook viðmerkingar