Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir køkshjálp til Hamragarð til eitt tíðaravmarka starv


Eitt tíðaravmarkað starv sum køkshjálp er leyst at søkja og til at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 28 tímar, gerandisdagar og vikuskifti. Starvið sum køkshjálp umfatar ein stóran part av tí dagliga virkseminum í køkinum við bakstri, matgerð, vaska upp, vørumóttøku, reingerð o.a.

Førleikar:
– ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi 
– ert ábyrdarfull/ur og álítandi
– ert arbeiðssom/samur og røkin
– evni til at samstarva og arbeiða sjálvsstøðugt
– sært møguleikar fram um forðingar
– royndir innan køk og reingerð kunnu vera ein fyrimunur

Á Hamragarði búgva 24 fólk. Harumframt er dagtilhald og venjing á staðnum. Eisini er mattænasta til heimabúgvandi borgarar. Køkurin er partur av eini størri heild, har tað er týdingarmikið at fáa góðar relatiónir og samstarv við búfólk, starvsfólk og vitjandi.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss, ið er skapandi, lívsjáttandi og hevur tørv á at styrkjast við góðum starvsfólki.

Løn og setanarviðurskifti:

Talan er um eitt starv á brøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Løn- og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Bergljót Ludvig, deildarleiðara tlf. 793505.

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

att.: Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðari

Vágsvegur 22

FO-900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. september 2024.

Facebook viðmerkingar