Leygarkvøldið verður grannauppgerð í 1. deild hjá monnum, tá TB tekur ímóti FC Suðuroy við Stórá. Dysturin byrjar kl. 18.30.
Áðrenn hetta 20. umfarið í 1. deild er støðan tann, at FC Suðuroy er nr. 1 í 1. deild við 37 stigum. B36 hevur á 2. plássi sama stigatal sum FC Suðuroy, men FC Suðuroy hevur betri málmun. TB er á 5. plássi við 27 stigum.
Hóast ávísur munur er á stigatalvuni, so er talan um grannauppgerð og tær eru ofta heilt serligar og kunnu illa setast í mun til stigatalvuna.
Dystirnar í 20. umfari eru annars hesir:
Facebook viðmerkingar