Nú flaggar Merkið eisini hvønn dag í Washington DC. Nýggja føroyska sendistovan er nú latin upp, og sendimaðurin, Bjørn Kunoy er byrjaður. Vit eru í sama húsi sum svensku og íslendsku sendistovurnar.
Sendistovan er ein nýggjur møguleiki hjá føroyskum borgarum, vinnu, stovnum og felagsskapum at samstarva tvørturum Atlantshav.
Føroyar hava gjørt eina samstarvsavtalu við USA, og sendistovan fer at byggja enn meiri upp tað beinleiðis samstarvið við USA um bæði handil, útbúgving, mentan, vinnu, tøkni, gransking, ferðavinnu og trygdarpolitikk.
Føroyar hava økt sín útflutning til USA munandi seinastu árini, og á fleiri økjum veksur samstarvið støðugt.
Umframt at samstarva við amerikansku stjórnina og kongressina, fer Sendistovan í Washington at samstarva við sendistovurnar hjá flestu londunum í heiminum, sum eru í amerikanska høvuðsstaðnum. Eins og okkara sendistovur gera í øðrum av heimsins høvuðsstøðum.
Vit fegnast um hetta týðandi stig fyri føroysku tjóðina, og ynskja sendifólki og starvsfólki góðan arbeiðshug og blíðan byr.”
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum
Facebook viðmerkingar