Føroyar varðveita somu kredittmeting

Landsbankin: Í juni 2024 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Fríggjadagin 6. september gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody’s, sum hevur 21 stig.

Ratingin á Aa2 er samansett av tveimum, 1) eini grundleggjandi kredittmeting (Baseline Credit Assessment – BCA) sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.

Í hesi nýggjastu kredittmetingini frá Moody’s metir Moody’s, at afturgjaldevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri og tí er grundleggjandi kredittmetingin (BCA) hækkað við einum stigi, frá a1 til aa3. Orsøkin sigur Moody’s millum annað vera, at landskassin í fleiri fylgjandi ár hevur havt nærum javnvág á landsroknskapinum og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

Samlaða kredittmetingin er tó hin sama, Aa2 við støðugum útlitum.

Støðug útlit verður givið, tí Moody’s millum annað væntar, at búskaparligi politikkurin framhaldandi vil stuðla undir búskaparligum støðufesti og at landskassans gjaldføri framhaldandi er gott.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 millum annað at:

  • Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldføri á 3,7 mia. kr.), sum ger landskasan mótstøðuføran í búskaparligari afturgongd og móti búskaparligum stoytum,
  • Skuldin er lutfalsliga lítil

Avbjóðingarnar eru:

  • Einstáttaður búskapur
  • Høgan íløgutørv, tí fólkatalið veksur

Føroyar hevur sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður broytt.

Tað sum kann gera ratingina betri er góð fíggjarlig úrslit hjá landskassanum saman við enn betri gjaldføri og eini luftalsligari lítlari skuld, ella at búskapurin verður meira fjøltáttaður.

Tað sum kann gera ratingina verri er, um skuldin veksur munandi, um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað, um óvæntaður stoytur rakar fiskivinnuna/alivinnuna og um sambandið við Danmark viknar. 

ESG-rating

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:

  • Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. (Environment)
  • Sosialt umhvørvi, sosialir spenningar, til dømis um, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki verður fíggjað (Social)
  • Stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar. (Governance)

Karakterskalin gongur frá 1 (best) til 5 (vánaligast). Føroyar fáa karakterirnar 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin.

ESG ratingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu ratingina.

Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.

Facebook viðmerkingar