Knút Olsen Fagnaður – nøkur orð um tónaskaldið

Í samband við konsertina til heiður fyri tónaskaldið Knút Olsen, flutti formaðurin í Kirkjukórinum Ljómi fram heiðursrøðu fyri tónaskaldinum.


Hjartaliga vælkomin til eina sjáldsama áhugaverda konsert til heiðurs fyri tónaskaldið Knút Olsen, sum okur øll fagna í eina heila viku.

Knút Olsen er føddur í Sandavági hin 20. novembur 1945. Foreldrini vóru bæði úr Sandavági, har hann vaks upp. Í Sandavágs kirkju – havi jeg hoyrt frá sagt – sat hann hvønn sunnudag uppi við orglið og lurtaði… fekk líkasum harmoniirnar í beinið – sum tey gomlu søgdu. Kanska kundu okur sagt í sál og sinn.
Har byrjaði hansara tónleikalív…

Hann tók preliminérprógv á Giljanesi í 1963. Árið eftir – í 1964 – fer hann á Føroya Læraraskúla. Hann tekur læraraprógv í 1969. (Árni Dahl og okra egni Niels Petur Nolsøe vóru floksfelagar!) Hann
starvaðist fyrst í Leirvík og øðrum bygdum í nøkur ár. So fór hann til Havnar í Kommunuskúlan… Nær hann byrjar sína karrieru sum tónaskald, veit jeg ikki við vissu, men klassikarin ”Mær leingist at
fevna teg grønkandi vár” man vera ein tann fyrsti sangurin, sum hann setir lag til. Í 1972-73 er hann á danska Læraraháskúlanum og nemur sær útbúgving í sangi og tónleiki.

Eftir hetta koma løgini sum perlur á strái: «Føroyar, mín móðir», «Kirkjan hon er eitt gamalt hús»… you name it!

Umboða Hans Jacob Højgaard og Jógvan Waagstein eldra ættarliðiði av tónaskøldum, so má sigast, at Knút Olsen skarar framúr í 20. og øld. Lukkutíð eiga okur her á landi nógv yngri gávurík tónaskøld.
Takk og prís fyri tað! Men, Knút hevur á mangan hátt brotið upp úr nýggjum og sett dám á føroyskan kórsang og kirkjusang. Okur mugu heldur ikki gloyma allar barnasangirnar, sum hann hevur smíðað løg
til og gjørt kórsatsirnar. Jeg skal ikki gera mjeg klókan í tónleikinum – tað eru onnur meira kompetent til at viðgera. Men, eitt er at gera løg… løgini skula eisini skipast í røddir – í kórsatsir. Ørminnist um, at
Ólavur Hátún, sáli, segði við mjeg, einaferð hann var her suðuri, og jeg hevði putlast við eitt lítið lag: “Gev Knút! Lat Knút hyggja uppá tað!”

Øll, sum hava sungið í føroyskum kórum og øll, sum ganga í kirkju, kenna sangirnar og løgini hjá Knúti. Har er eitt eyðkent létt flog og lyndi, sum ger fólk glað…

Jeg havi sagt tað fyrr og skal siga tað aftur: Tá ið hitt einfalda og hitt geniala renna saman. Tað verður musikkur á høgum støði!

Hitt elsta orglið í Føroyum, sum er bygt til eina føroyska kirkju, stendur her frammi. Dahl, keypmaður á Gørðunum, fekk orglið til Vágs – “uden præstens vidende” og “mod præstens vilje” – sum skrivað stendur. Okur fingu tað sett í stand í 2001.

Á orglinum stendur “Knud Olsen 1872”. Hesin var ein norðmaður, sum bygdi orgul í Keypmannahavn.

Her sótu brøðurnir Niels og Jóannes Nolsøe – sum báðir eru farnir í annað ljós – fyrst sum pumparar, síðan við tangentarnar.

Her verður orglið standandi. Og tað verður navnin, tónaskaldið, Knút Olsen, eisini. Sum ein varði í føroyskari kór- og tónleikasøgu. Okur øll hava honum nógv at takka fyri! Og Uffa Bærentsen, sum tók stig
til Knút Olsen Fagnaðin í dag og alla komandi vikuna – og øllum tykum, sangarum, tónleikarum og solistum, sum eru við í hesum tiltaki!

Arnfinnur Thomassen

Facebook viðmerkingar